Grunda á, at íløgurnar eru gjørdar fyri eftirlønaruppsparing hjá kundunum hjá LÍV, fáa hesir eisini framíhjárætt til íbúðirnar. Fortreytin er, at LÍV skal vera høvuðseftirlønarveitari og at kundin skal hava leypandi eftirlønar inngjaldið / útgjaldið frá LÍV seinastu 6 mðr. frá útlutan av eini íbúð.
Lutakast verður til raðfylgju millum tey, ið skrivað seg á bíðilista millum 2. – 10. oktobur 2025.
Høvuðseftirlønarveitari merkir , at eftirlønin av høvuðsinntøkuni verður inngoldin til LÍV. Um tað bert er eftirlønin av einum eykaarbeiði, ið verður inngoldin til LÍV, fær ein ikki framíhjárætt.